Um Filmsbókina
Filmsbókin er eitt alment yvirlit yvir filmsfólk og virki, sum arbeiða við filmsframleiðslu í Føroyum. Filmshúsið eigur og umsitur Filmsbókina. Filmshúsið hevur ábyrgdina og hevur ment skipanina, og viðmerkingar kunnu sendast til Filmshúsið á ffi@ffi.fo.
Okkara endamál
Endamálið er at gera føroysku filmsvinnuna sjónligari, gera tað lættari at seta røttu liðini saman, umframt:
- at geva framleiðarum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur;
- at geva filmsfólki og virkjum ein felags pall at vísa sítt arbeiði;
- at styrkja sambandið millum føroyska og altjóða filmsframleiðslu.
Eitt livandi yvirlit
Filmsfólk og virki kunnu stovna og dagføra sínar upplýsingar. Filmshúsið góðkennir innihaldið, áðrenn tað verður almannakunngjørt, so skráin er álítandi og dagførd.
